0
vørur í kurvini
vørukurvin er tóm
í alt
levering -
í alt
(harav mvg)
til kassan

ss22

tað eru nógv sum ikki vita um føroyar
at tað sum skilur árstíðirnar sundur
er ikki hiti og kuldi eins og úti í heimi
her heima er tað ljósið og myrkrið –
vetrardagarnir eru stuttir og myrkir men
summarnæturnar grønar og purpurlittar
og dagsljósið er so sterkt og intenst
eins og tað allarfyrsta forelskilsið

og so er tað liðugt

eg eri akkurát komin heim
og sum eg havi longst
grasið er kalt
og tað kitlar undir ilini
men veðrið er gott
tað er brennandi sól
og ljósið so bjart at
tað stingur í eyguni
sum ein sigarett
gjøgnum ein plastposa

eg mátti hoyra fjøllini
eg mátti síggja ánna
eg mátti taka ímóti fuglunum
eg mátti vælsigna lombini
eg eri kedd av tí
men eg má

xo,
vár

english