0
vørur í kurvini
vørukurvin er tóm
í alt
levering -
í alt
(harav mvg)
til kassan

heystið veturin 21

summi siga,
at føroyar eru lítlar. tað eru tær eisini – lutfalsliga. men far og statt millum tveir fjallatindar.
hvør er lítil nú?

og hvat er tað, sum fjalir seg í mjørkanum? ein varði? huldufólk? ein gravsteinur við tínum navni á? at villast í mjørkanum er sum at ferðast í dulvitinum. hvar fert tú? hvussu sleppur tú út?
men fall ei í fátt … tá heystið kemur, og mjørkin lættir, sært tú tað við berum eygum – fjøllini eru bara ein partur av tær.

grein

autumn winter 2021

enn sum áður hevur nátturan útvega okkum rávørurnar: alpaca úr peru, sera mjúk, burðardygt mohair úr suðurafrika og – ikki minst – føroysk ull, tiltikin fyri sítt tæri.

sniðini hesaferð eru stílrein og gerandislig. ein samanrenning millum gamalt og nýtt. vit hava givið tí tiltikna stjørnumynstrinum nýtt lív, og so eru siðbundin snarmynstur, sum eru sett saman við dragnaðum eygum. litpalettin er sett saman av natúrlitum og pastellum.

Telva

telva

og hvør hevur bundið hesi sjáldsama vøkru pløggini? føroyskar kvinnur og kvinnur úti í heimi. vit hava kvinnuverkætklanir í peru og jordan, har kvinnur binda fyri at fáa mat og borðið og børnini á lærdan háskúla. hví? tí vit meta, at tá tú tjenar tínar egnu pengar, er tað lættari at taka egin val.

english